Hestaarbeiði at taka myndir av føroyskum rossum

Hestaarbeiði at taka myndir av føroyskum rossum
Kenda myndakvinnan Cécile Zahorka, The Pixel Nomad, er í landinum og tekur myndir av føroyskum rossum. Føroyingar eru nakrir forherðingar, og tað eru rossini hjá okkum eisini
Mynd: Av Facebook-reel hjá The Pixel Nomad  
 
24.09.2025 - 18:02

Cécile Zahorka er heimskend myndakvinna, ið hevur sett fokus á at taka myndir av rossum - serliga gloymdu rossum, ið eru í vanda fyri at doyggja út. 

Á alnetinum og sosialum miðlunum gongur hon undir navninum The Pixel Nomad

Í hesum døgum er hon í Føroyum og tekur myndir av føroyskum rossum. Og Cécile Zahorka er hugtikin av bæði Føroyum, føroysku mentanin og ikki minst føroyska rossinum.

Á sínum Facebook-vanga skrivar hon millum annað, at:

"Eg eri forelskað í føroyska rossinum - eitt errið ross, ið er partur av føroyska landslagnum og mentanini. Hetta er mín triðja vitjan í Føroyum, og eg fái ikki tikið nokk av myndum sum hesar." 

 

Men tað gongur ikki altíð sum prestur prætikar, tá mann skal taka myndir, og so slett ikki av rossum. 

Cécile Zahorka mátti ein dagin herfyri sanna, at tað er eitt hestaarbeiði at taka myndir av føroyskum rossum. 

Føroyngar eru nakrir forherðingar, og okkurt bendir á, at ross okkara eru ikki nógv frægari. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817

Meira um sama evni