- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrimunirnir eru størri enn vansarnir

Vit skulu vera varin, tá vit siga ja takk til vitlíki, heldur Barbara Scalvini, adjunktur á Fróðskparsetri Føroya, tá tosað verður um at fáa meira føroyskt vitlíki. Hon leggur tó afturat, at sum støðið er í Føroyum beint nú, so eru fyrimunirnir størri enn vansarnir, tí vitlíki er so einfalt í Føroyum enn.
- Eg skilji væl, at summi eru bangin fyri vitlíki, og hetta er ein samrøða, vit mugu taka í felag í Føroyum. Hvat er tað fyri vitlíki vit vilja hava, hvussu vilja vit brúka vitlíki og hvat mál vilja vit, skal umboða okkum, sigur Barbara.
Á setrinum arbeiða tey við fleiri ymsum modellum, sum verða nýtt til ymiskt í føroyska samfelagnum, sum til dømis týða úr øðrum málum ella til onnur mál, talukennarar og ymiskt annað.
Tað, sum eyðkennir føroysku modellini er, at tey eru sergjørd til at loysa eina ávísa uppgávu, um vit samanbera við til dømis chatgpt, sum duga nógv ymiskt.



























