Fýra lond aftrat viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugt ríki

Fýra lond aftrat viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugt ríki
Bretland viðurkennir Palestina nú, tí landið kann ikki góðtaka humaniteru støðuna í Gasa
Keir Starmer er bretskur forsætisráðharri.
Mynd: Leon Neal/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
22.09.2025 - 09:30

Bretland, Kanada, Portugal og Avstralia viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugt ríki.

Tað kunngjørdu londini í gjár. 

Fyrsta landið at boða frá viðurkenningina var Kanada, lítla løtu seinni Avstralia, og síðani kom fráboðanin frá bretska forsætisráðharranum, Keir Starmer:

 

22092025_Keir_Starmer

 

Orsøkin til, at Bretland viðurkennir Palestina nú, er at Bretland kann ikki góðtaka humaniteru støðuna í Gasa, sigur Keir Starmer, forsætisráðharri.

Í gjárkvøldið boðaði Portugal eisini frá, at tey viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugt ríki.

 

Benjamin Netanyahu. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur, at Bretland stuðlar og lønar yvirgangi við hesum.

Hann staðfesti eisini, at Palestina verður ikki eitt sjálvstøðugt ríki, og at útlitini fyri friði batna ikki, um fleiri lond viðurkenna Palestina. Tvørturímóti ger tað støðuna í Miðeystri óstøðugari, sigur Netanyahu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166