- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroya banki verri meting frá Moody´s

Moody’s hevur gjørt eina broyting í metingini um Føroya banka.
Tað, sum eitur "long-term issuer rating," er farið úr A1 niður í A2.
Annars eru metingarnar tær somu, sum bankin fekk í oktober í fjør.
Og útlitini fyri "long-term deposit and issuer rating" eru framvegis negativ.
Turið F. Arge, forstjóri, sigur, at "long-term issuer rating" er broytt, tí kapitalsamansetingin í bankanum er broytt.
Føroya Banki hevur nú størri eginkapital og minni fremmandafígging, enn tá seinasta meting var gjørd.
Turið F. Arge.
Gevur verri meting
Men í metingarháttinum hjá Moody’s gevur broytta samansetingin av kapitalinum eina verri meting enn seinast.
Haraftrat vísir metingarfyritøkan á, at gongdin í lánum til veikar kundar er orsøk til negativu útlitini.
Talan er tó bara um einstakar vinnukundar í Føroyum og í Grønlandi.
Yvirskipað hevur Føroya banka viðskiftafólk, sum standa seg væl, og klára at svara sínar skyldur.
Vit meta, at framtíðarútlitini sum heild eru góð, sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya banka.
























