- Tíðindi, mentan og ítróttur
Býarsúkkling: Pauli og Súsanna aftur skjótast
Býarsúkkling: Pauli og Súsanna aftur skjótast
Pauli Poulsen og Súsanna Skylv vunnu føroyameistaraheitini í býarsúkkling, sum var á Toftum um vikuskiftið

Pauli Poulsen vann býarsúkklingina frammanfyri Bergtór Tórsteinsson (t.v.) og Helga Winther Olsen (t.h.)
21.09.2025 - 17:00
Pauli Poulsen úr Troy legði føroyameistaraheitið í býarsúkkling afturat teimum í einkultstarti og súkkling á landsvegi, tá hann var skjótastur í kapping á Toftum um vikuskiftið.
Hjá kvinnum vann Súsanna Skylv eisini hesaferð.
Samanlagt kappaðust 14 á havnarlagnum á Toftum. 1200 metra langi teinurin skuldi súkklast í 45 minuttir, og síðan skuldu 3. umfør afturat súkklast afturat.
Fýra teir fremstu menninir fylgdust allan vegin, men Pauli Poulsen var skjótastur í spurtinum ímóti Bergtóri Tórsteinsson úr Norðstroki. Teir komu á mál við tíðini 52,09 minuttir. Teimum á baki komu Helgi Winther Olsen (Fjallasúkklufelagið) og Hilmar Hansen (Norðstrok) við 52,35.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























