KAKUMiKS er klárt til annað umfar – vit søkja nýggjar luttakarar

Um KVFTíðindi
KAKUMiKS er klárt til annað umfar – vit søkja nýggjar luttakarar
Vit gera klárt til annað umfar av stuttligu bakikappingini og leita eftir luttakarum í aldrinum 9-14 ár
 
17-09-2025

Fyrsta umfar av KAKUMiKSi var sera væl móttikið, so sjálvandi endurtaka vit gleðina í køkinum við einum nýggjum umfari. Í KAKUMiKSi skulu 16 børn kappast um at baka kakur, tvey á hvørjum liði. Tey skulu brúka alt sítt góða handverk og skapandi evni fyri at koma allan vegin í finaluna.

Vertur í sendingini er Svend Danielsen, og á ferðini fáa luttakararnir eisini hjálp frá kendum hjálparbakarum.

 

TV_Casting_Call_til_KAKUMiKS_2_


Vilt tú vera við?

Vit leita eftir luttakarum í aldrinum 9-14 ár. Vilt tú, saman við einum vini, kappast um at baka lekkrastu og flottastu kakurnar? 

So takið upp við telefonini, ímeðan tit baka og greiðið frá, hvat tit gera, og hvørji tit eru. Minnist til at filma loddrætt. 

Vit leita eftir børnum og ungum, sum elska at baka og hava hug at vera í sjónvarpinum. 

Sendið filmin til kkg@kvf.fo við ókeypis forritinum Wetransfer.

Tit eru vælkomin at skriva til okkum, um tit hava spurningar.

Seinasta freist at senda filmin er 1. oktober. 

Vit gleða okkum at hoyra frá tykkum!


Hygg at fyrsta umfari av KAKUMiKS her.
 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. november
Jambalaja - 081125
199659
Leygardag 8. november
Vikugesturin: Leirvíkingur við stóra L
199652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Leygardag 8. november
Til lands 1:3
199662
Fríggjadag 7. november
Veðrið
199631
Fríggjadag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199593
Hósdag 6. november
Góða mamma
199506

Um kvf css