Vindmyllulundin fær ikki byggiloyvi beinanvegin

Vindmyllulundin fær ikki byggiloyvi beinanvegin
Borgarstjórin í Sands kommunu sigur, at byggiloyvið verður latið, tá aðrir myndugleikar eru lidnir við málið
Sp/f Vindorka ætlar at seta sjey vindmyllur upp í Klivaløkshaga í Sandoynni.
Mynd: Sp/f Vindorka  
 
16.09.2025 - 11:02

Sands kommuna fer at geva byggiloyvi til ætlaðu vindmyllulundina í Klivaløkshaga, men ikki beinanvegin.

Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri í Sands kommunu, hevur einki ímóti at geva byggiloyvi til vindmylluætlanina hjá Sp/f Vindorku undir stovnan. 

Hann sigur við Kringvarpið, at byggiloyvið verður latið, tá aðrir myndugleikar eru lidnir við málið.

 

Kristian Oskar Henriksen. 

 

Umhvørvisgóðkenning

Hósdagin fekk Sp/f Vindorka undir stovnan umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvisstovuni, sum soleiðis er komin eitt stig nærri at verða framd í verki.

Fyrst og fremst skal Umhvørvismálaráðið góðkenna broyttu byggisamtyktina, so økið kan brúkast til endamálið.

Annars arbeiðir Yvirfriðingarnevndin við málinum, og ein áheitan um bráðfeingis vernd av økinum er send til Umhvørvisstovuna.

Byggiloyvi til vindmylluætlanina verður, sum skilst, ikki á skránni til næsta kommunustýrisfundin hjá Sands bygdarráði 29. septembur.



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. juni
Veðrið
209433
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264