Ísrael bumbað bygning við islamskt universitet í Gasa býi

Ísrael bumbað bygning við islamskt universitet í Gasa býi
Ísraelski herurin sigur, at Hamas hevur nýtt bygningin at leggja ætlanir um álop
Sambært palestinum hava fólk í Gasa, sum eru flutt burtur undan krígnum, leitað sær skjól á universitetsøkinum.
 
15.09.2025 - 08:04

Ísraelski herurin bumbaði aftur í gjár ein bygning við islamiska universitetið í Gaza býi, sum skal hava verið nýttur til hernaðarligt virksemi, skrivar tíðindastovan NTB.

Á sjónbondum, sum eru almannakunngjørd í bæði ísraelskum og palistinskum miðlum, sæst, at bygningurin rapar.

Ísraelski herurin, IDF, hevur váttað tíðindini, skrivar norska kringvarpið.

Sambært IDF hevur Hamas nýtt bygningin til at hava eftirlit við israelskum herfólki og til at leggja ætlanir um álop. Hetta er ikki váttað av óheftum keldum, skrivar NRK.

Sambært palestinum hava fólk í Gasa, sum eru flutt burtur undan krígnum, leitað sær skjól á universitetsøkinum.

Ísrael hevur seinastu tíðina brotið niður bústaðarhús í Gasa býi, tí Hamas skal hava brúkt tey til hernaðarlig endamál, skrivar NTB.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. desember
Upp á tá - 121225
201455
Leygardag 13. desember
Morgunlestur leygardagur 13.desember 2025
201428
Fríggjadag 12. desember
Vikuskiftið 12 des 2025
201447
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392