- Tíðindi, mentan og ítróttur
Charlie Kirk morðið kynt undir polariseringina

Hósdagin 10. september varð 31 ára gamli høgravendi politiski aktivisturin Charlie Kirk skotin, tá hann tosaði til ein kjakfund á Utah Valley University.
Charlie Kirk hevur verið politiskt aktivur síðani hann var 18 ár, tá hann stovnaði høgravenda ungdómsfelagsskapin "Turning Point USA", sum hevur til endamáls at aktivera og mobilisera konservativan ungdóm í øllum USA.
Charlie Kirk og felagsskapurin blivu týðandi í forsetavalstríðnum, sum Donald Trump vann í 2024. Hann hevur verið ein týðandi stuðul hjá Donald Trump, og hevði ein leiklut í at hann vann forsetavalið í 2024.
Forsetin kunngjørdi andlátið
Tað var eisini Donald Trump, forseti, sum kunngjørdi, at Charlie Kirk var deyður av skottilburðinum.
Eftir tveir dagar langa mannajagstran, var gerningsmaðurin funnin. Tá kom tað fram, at tað ikki er víst, at skottilburðurin var politiskt motiveraður, og at gerningsmaðurin var ein “vinstravendur vitloysingur”, tí motivið er enn ókent.
Tað vóru skilfólk hjá gerningsmanninum, ið kendi Tyler Robinson aftur á myndunum av gerningsmanninum, sum løgreglan eftirlýsti.
Politiskur harðskapur
Politiskur harðskapur er ikki eitt nýtt hugtak í USA. Tað er ein lang røð av hendingum í amerikanskari søgu, ið allar kunnu skilmarkast sum "politiskur harðskapur".
Tað sigur Erik Løksagarð Absalonsen, stjórnmálafrøðingur, sum hevur lisið í USA.
"Tað, sum mann tó kann stúra fyri, er, at hetta rákið er við at finna fótafestið aftur," sigur Erik Løksagarð Absalonsen.
Polarisering
Sambært Erik Løksagarð Absalonsen, so er vanligi amerikanarin sera skelkaður av hendingini. Tey ynskja ikki, at slíkar hendingar skulu blíva gerandisdagur.
Fleiri týðandi demokratiskir politikkarar, m.a. Barack Obama, Kamala Harris og Alexandria Ocasio-Cortez, hava tikið frástøðu frá hendingini.
Tey gera øll greitt á sosiala miðlinum X, at slíkur politiskur harðskapur og hending hoyrir ongastaðni heima í einum fólkaræði.
We don’t yet know what motivated the person who shot and killed Charlie Kirk, but this kind of despicable violence has no place in our democracy. Michelle and I will be praying for Charlie’s family tonight, especially his wife Erika and their two young children.
— Barack Obama (@BarackObama) September 10, 2025
Tað eru tó eisini reaktiónir, sum benda á eina ógvusliga polarisering í USA.
Beint eftir hendingina , skrivaði Donald Trump á sosialum miðlum:
“Radikalur vinstrapolitiskur harðskapur hevur sært ov nógv ósek fólk og tikið ov nógv mannalív. Í kvøld biði eg allar amerikanarar um at binda seg til tey amerikansku virðini, sum Charlie Kirk livdi og doyði fyri.”
Elon Musk skrivaði á sosiala miðlinum X , at “The Left is the party of murder”.
Seinni skrivaði hann "If they won't leave us in peace, then our choice is fight or die."
Fleiri, sum eru ósamd við sjónarmiðunum hjá Charlie Kirk, hava lagt út á sosialar miðlar um, at tað var hansara egna skyld, at hann bleiv skotin.
Hesar reaktiónirnar floyma á sosialum miðlum, hóast at motivið enn er ókent. Reaktiónirnar í sær sjálvum, eru tekin um polariseringina í USA, sigur Erik Løksagarð Absalonsen.
Lætt at ogna sær vápn
Sambært Erik L. Absalonsen, er eitt samband millum vaksandi polariseringina og talið av skottilburðum í USA.
Vápnalógin í USA er nógv linari enn í Føroyum. Tað sæst aftur í tølunum av skottilburðum, sum vaksa við polariseringini, sigur Erik Løksagarð Absalonsen.




























