Móttøkueind fyri krabbamein byrjar í heyst

Móttøkueind fyri krabbamein byrjar í heyst
Eindin skal tryggja fasta mannagongd, tá ið illgruni er um krabbamein.
Jan Rasmussen er leiðandi yvirlækni á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
 
12.09.2025 - 13:10

Arbeitt verður við at skipa eina útgreiningareind í heilsuverkinum, sum skal tryggja fasta mannagongd, tá ið illgruni er um krabbamein.

Fyrsti partur av útgreiningareindini er ein móttøkueind, og hon verður klár seinni í heyst, sigur Jan Rasmussen, leiðandi yvirlækni á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum , sum var í Breddanum fyrrapartin. 

Í 2022 kom ein krabbameinsætlan frá Heilsumálaráðnum. Eitt av tilmælunum var at seta eitt tvørfakligt krabbameinsráð at ráðgeva politiska myndugleikan, um hvussu tilmælini skulu raðfestast.   

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur, at hon fer á fund við krabbameinsráðið seinni í heyst.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

12092025__Utgreining

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947