Myllurnar í Klivaløkshaga hava fingið umhvørvisgóðkenning

Myllurnar í Klivaløkshaga hava fingið umhvørvisgóðkenning
Í góðkenningini eru tó nógvar treytir um millum annað óljóð, skuggakast og dálking
Smápartafelagið Vindorka, sum ætlanin er at stovna, ætlar at seta upp sjey vindmyllur á og kring Bøllufjall í Klivaløkshaga.
 
12.09.2025 - 08:16

Vindmyllurnar, sum ætlanin er at byggja í Klivaløkshaga í ein útnyrðing úr bygdini á Sandi, eru umhvørvisgóðkendar.

Smápartafelagið Vindorka, sum ætlanin er at stovna, ætlar at seta upp sjey vindmyllur á og kring Bøllufjall í Klivaløkshaga.

Umhvørvisstovan heldur ikki, at myllurnar vera til ampa við skuggakasti ella óljóði í økjum, sum Sands kommuna hevur lagt út til sethús, almennar stovnar, vinnu, frílendi ella summarhús. 

 

Nógvar treytir

Í umhvørvisgóðkenningini eru tó nógvar treytir um millum annað óljóð, skuggakast og dálking.

Avgerðin hjá Umhvørvisstovuni kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. 

Tey kunnu kæra, sum avgerðin hevur serstakan, beinleiðis og persónligan týdning fyri.

Les umhvørvisgóðkenningina her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815