Erna Solberg gevst sum forkvinna í februar

Erna Solberg gevst sum forkvinna í februar
Høgriflokkurin hevði stóra afturgongd á stórtingsvalinum fyrr í vikuni
Erna Solberg valkvøldið. Í februar leggur hon frá sær sum forkvinna í Høgraflokkinum.
Mynd: NTB/Ritzau Scanpix  
 
12.09.2025 - 15:27

Forkvinnan í Høgraflokkinum í Noregi, Erna Solberg, leggur frá sær.

Tað boðaði hon frá á tíðindafundi seinnapartin.

Erna Solberg verður sitandi sum forkvinna til landsfundin hjá Høgraflokkinum, sum verður í februar næsta ár.

Hon hevur verið forkvinna síðani 2004 og var forsætisráðharri frá 2013 til 2021. 

Høgri hevði stóra afturgongd á stórtingsvalinum fyrr í vikuni, og beinanvegin var gitt, at Erna Solberg fór at leggja frá sær.

Flokkurin fekk 14,6 prosent av atkvøðunum. Afturgongdin var 5,7 prosent. 

Erna Solberg hevur verið limur í stórtinginum síðani 1986. 

Sí videobrot frá NRK:

 

ERNA_SOLBERG

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206