Elveitingareftirlitið: Fuglalívið í Klivaløkshaga er longu kannað

Elveitingareftirlitið: Fuglalívið í Klivaløkshaga er longu kannað
Fuglalívið í Klivaløkshaga í Sandi er longu kannað, og niðurstøðan er, at vindmylluætlanin hjá Sp/f Vindorku undir stovnan fær lítla ella ongan týdning fyri fuglastovnarnar
Tær sjey vindmyllurnar skulu staðsetast longur norðuri enn upprunaliga ætlað. MYND: Vindorka
 
12.09.2025 - 18:23

Fuglalívið í Klivaløkshaga í Sandi er longu kannað, og niðurstøðan er, at vindmylluætlanin hjá Sp/f Vindorku undir stovnan fær lítla ella ongan týdning fyri fuglastovnarnar í økinum.

Tað skrivar Elveitingareftirlitið í skrivi til Yvirfriðingarnevndina, sum annars hevur heitt á Elveitingareftirlitið um at kannað fuglafívið í Klivaløkshaga í eitt ár.

Yvirfriðingarnevndin heitir á Elveitingareftirlitið

Fyri einum mánaða síðani heitti Yvirfriðingarnevndin á umsøkjaran í Klivaløkshaga, sum er Elveitingareftirlitið, um at fáa til vega eina fakliga greining, hvørjar avleiðingar tær sjey vindmyllurnar kunnu fáa fyri fuglastovnarnar í økinum sum frálíður. Eygleiðingarnar skulu vera býttar javnt í eitt ár.

Elveitingareftirlitið svaraði Yvirfriðingarnevndini aftur tvær vikur seinni, og innlit, sum Kringvarpið hevur fingið fatur á, vísir, at Elveitingareftirlitið tekur als ikki undir við ætlanini, tí stovnurin vísir á, at ein faglig meting av ávirkanini á fuglalívið longu er gjørd av Vernd, ið umsitur náttúruverndarlógina á Umhvørvisstovuni.

Elveitingareftirlitið vísir á, at Vernd í hesum ítøkiliga førinum er komið til tað niðurstøðu, at "ætlanin fær lítlan ella ongan týdning fyri fuglastovnarnar".

Elveitingareftirlitið sigur í niðurstøðuni til Yvirfriðingarnevndina:

"Vísandi til omanfyri standandi verður heitt á Yvirfriðingarnevndina um at taka avgerðina um at biðja um omanfyri nevndu upplýsingar viðv. fuglalívinum í økinum, upp til nýggja viðgerð, við støði í tí, sum omanfyri er víst á." 

Yvirfriðingarnevndini hevur annars skrivað, at fleiri hava víst á, at í økinum við Gróthúsvatn, sum liggur millum vátlendið við Søltuvík, Hálsvøtn sunnafyri Skopun og Lítlavatn og Stóravatn í ein landsynning úr Sands bygd er sera ríkt fuglalív, og tí heldur Yvirfriðingarnevndin, at fuglalívið í økinum eigur at verða betri kannað.

 

Vindmyllurnar verða setta upp longri norðuri

Ari Johanneson, leiðari í Elveitingareftirlitinum, vísir í skrivinum til Yvirfriðingarnevndina á, at økið, har Sp/f Vindorka undir stovnan ætlar at seta myllurnar, er broytt í mun til upprunaligu ætlanina. Vindmyllurnar verða nú settar longur norði, munandi longri burtur frá Gróthúsvatni. Frástøðan nú er umleið 2,3 km frá nærmastu vindmyllu til Gróthúsvatn í mun til undir 1 km frástøðu eftir upprunaligu staðsetingini. 

Endaliga staðsetingin liggur nú eisini í uml. 300 metra hædd. Í upprunastaðsetingini skuldu fýra tær niðastu myllurnar staðsetast í 150 til 200 metra hædd. 

Elveitingareftirlitið sigur, at umframt at nýggja staðsetingin hevur eina munandi longri frástøðu til Gróthúsvatn, so má hægri staðsetingin í lendinum ætlast at merkja eitt minni fuglalív í mun til lægru ætlaðu staðsetingina. Eisini er trupult at fyristilla sær, at nýggja staðsetingin av vindmyllunum skal verða nøkur serlig forðing fyri fuglaleiðina millum Gróthúsvatn og Hálsavatn.

Niðurstøðan hjá Elveitingareftirlitinum er tí at heita á Yvirfriðingarnevndina um at taka málið upp til nýggja viðgerð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. november
Vikugesturin: Verðinsmaður á Oyrareingjum
199978
Leygardag 15. november
Vikan 15. november 2025
199973
Leygardag 15. november
Upp á tá - 141125
199971
Leygardag 15. november
Morgunlestur leygardagur 15.november 2025
199903
Fríggjadag 14. november
Vikuskiftið 14 nov 2025
199949
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. november
Úr savninum: Tey settu búgv 2:3
199955
Leygardag 15. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199972
Fríggjadag 14. november
Veðrið
199942
Fríggjadag 14. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199910
Hósdag 13. november
Veðrið
199872