Donald Trump: Charlie Kirk er deyður

Donald Trump: Charlie Kirk er deyður
Konservativi aktivisturin og Trump-stuðulin, Charlie Kirk, sum í kvøld bleiv skotin á kjakfundi í USA, er deyður. Tað boðar amerikanski forsetin frá á Truth Social
Charlie Kirk, sum hevur havt ein miðsavnandi leiklut í at fáa ungar amerikanskar veljar at stuðla MAGA-røsluni hjá Trump, er deyður, boðar forsetin frá
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
10.09.2025 - 21:52

Amerikanski forsetin, Donald Trump, skrivar á sínum egna sosiala miðla, Truth Social, at Charlie Kirk er deyður, eftir at hann var skotin á einum politiskum kjakfundi á lærda háskúlanum í Utah Vally.

"Tað legendariski Charlie Kirk er deyður. Eingin skilti ella hevði hjartað fyri amerikanska ungdóminum sum Charlie. Hann var elskaður og høgt virdur av øllum, serliga mær, og nú er hann ikki longur okkara millum."

Donald Trump endar sína dagføring við at senda konuni hjá Charlie Kirk, Eriku, og hansara familju sína samkenslu. 

Enn hava hvøki heilsumyndugleikarnir ella familja hjá Charlie Kirk vátta deyðsfallið. 

 

(Foto: Screenshot fra Truth Social)

 

Tað, ið vit vita, sambært BBC:

  • Charlie Kirk, 32 ár, var skotin til deyðis, tá hann talaði á einum politiskum kjakfundi á lærda háskúlanum í Utah Valley í kvøld. 
  • Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur í kvøld kunngjørt andlátið hjá Charlie Kirk á sínum egna sosiala miðli, Truth Social. 
  • Kirk var skotin einaferð í hálsin, vísa videoupptøkur, ið BBC hava faktakekka. 
  • Eingin annar varð raktur í skottilburðinum. 
  • Gerningsmaðurin er enn ikki handtikin. 

 

Tað, ið vit ikki vita, sambært BBC:

  • Tann, ið skeyt, er enn ikki eyðmerktur. 
  • Orsøkin - motivit - er enn ikki kent.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066