- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skeivt handrit fór til prentingar
Skeivt handrit fór til prentingar
Fyrsta bindið í tríbókaverkinum "Hevnd" verður prentað av nýggjum, og hon skal vera liðug til Bókadagarnar

Petur Mohr Reinert, rithøvundur.
09.09.2025 - 09:32
Bókin '"Hevnd" eftir Petur Mohr Reinert er tikin av hillunum aftur, tí skeivt handrit fór til prentingar.
Nýtt upplag verður gjørt, og Petur Mohr Reinert sigur seg vóna, at bókin við rætta handritinum kemur, áðrenn Bókadagarnir vera um miðjan november.
'Hevnd' er fyrsta skaldsøgan eftir Petur Mohr Reinert, og er fyrsti partur í tríbókaverki.
Hoyr samrøðu við Petur Mohr Reinert í útvarpstíðindunum:
09092025_Petur_Mohr_Reinert
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























