- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísrael lopið á Hamas-leiðarar í Katar
Ísrael lopið á Hamas-leiðarar í Katar
Sambært ísraelskum miðlum, gav Donald Trump, forseti, grønt ljós, áðrenn lopið var á

Svørt roykskýggj vóruat síggja í Doha eftir ísraelska álopið.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix
09.09.2025 - 14:55
Ísrael hevur framt atsókn á limir í leiðsluni hjá Hamas í Doha, sum er høvuðsstaður í Katar.
Tað váttar ísraelski herurin, IDF, á X.
IDF sigur, at herurin royndi at fyribyrgja, at sivilfólk vóru rakt.
BBC skrivar, at átta spreingingar vóru í Doha.
Sambært ísraelskum miðlum, gav Donald Trump, forseti, grønt ljós, áðrenn lopið var á.
Qatar fordømir álopið og sigur, at hetta er grovt brot á altjóða lóg, og at álopið verður kannað.
.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























