Fýra bilar mistu nummarplátuna

Fýra bilar mistu nummarplátuna
Eigararnir hava ikki goldið vegskatt, ella verið til sýn við bilinum.
 
09.09.2025 - 08:34

Løgreglan hevur klipt nummarplátur av bilum í nátt.

Tilsamans mistu fýra bilar pláturnar, tí eigararnir hava ikki goldið vegskatt, ella verið til sýn við bilinum.

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn upplýsir, at løgreglan hevur fingið langan lista við nummarplátum á bilum, har viðurskiftini ikki eru í lagi. 

Tað kann vera, tí at vegskatturin ikki er goldin, bilurin ikki hevur verið til kravda sýnið, umskrásetingin í sambandi við eigaraskifti ikki er gjørd, ella tí at ábyrgdartryggingin ikki er goldin.

Næstu dagarnar fer løgreglan tí aftur út at klippa nummarpláturnar á teimum bilum, har nevndu viðurskifti ikki eru í lagi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095