Atkvøða um Eirargarð hósdagin

Atkvøða um Eirargarð hósdagin
Ein samd rættarnevnd tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrinum, um at lata Húsalánsgrunninum Eirargarð 2 at umbyggja til lestraríbúðir
Eirargarður 2 skal umbyggjast til lestraríbúðir.
 
09.09.2025 - 15:05

Rættarnevndin hevur í lagt fram álit til uppskotið hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu, um at Húsalánsgrunnurin skal fáa ræði á Eirargarði 2, sum skal umbyggjast til lestraríbúðir.

Ein samd rættarnevnd tekur undir við uppskotinum.

Les álitið her.

Uppskotið kemur til 2. viðgerð í tinginum, og tá verður eisini atkvøtt í málinum.

 

Eykajáttan

Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit til uppskotið hjá Ruth Vang, landsstýriskvinnu, um eykajáttan í sambandi við, at aðalráðini, sum hava hildið til á Eirargarði, skulu flyta úr bygninginum.

Nevndin tekur undir við uppskotinum við teirri broyting, at virðismetingin av Eirargaråi 2 verður 45 milliónir kr., sum eru fimm milliónir minni enn fyribils virðismetingin.

Les álitið frá fíggjarnevndini her.

Eisini hetta uppskotið kemur til aðru viðgerð á tingfundinum hósdagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817