USA lækkar tollin á bilum og øðrum vørum úr Japan

USA lækkar tollin á bilum og øðrum vørum úr Japan
Afturfyri fer Japan at gera millardaíløgur í amerikanskar verkætlanir og at gera sáttmála um 100 Boeing-flogfør
Høgi amerikanski tollurin hevur m.a. rakt Toyota-bilverksmiðjurnar í Japan meint, men nú er avtala fingin í lag, sum ber í sær, at tollurin lækkar. (Savnsmynd)
 
05.09.2025 - 10:21

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur givið boð um lækka tollin á japanskum bilum og øðrum japanskum vørum.

Avtalan er fingin í lag eftir samráðingar í fleiri mánaðir, og hon fær stóran týdning fyri japanska bilídnaðin. Samstundis váttar avtalan, at Japan fer at gera íløgur í amerikanskar verkætlanir fyri 550 millardir dollarar.

Tollurin, sum Trump ásetti fyrr í ár, hevur rakt japanska bilídnaðin meint. Toyota boðaði í august frá, at fyritøkan væntaði at missa umleið 10 milliardir dollarar, í kjalarvørrinum av amerikansku tollhækkingini.

Nýggja avtalan ber eisini í sær, at Japan skal keypa 75 prosent meira rís úr USA og aðrar amerikanskar landbúnaðarvørur, m.a. mais, soya og tøð, fyri umleið átta milliardir um árið.

Japan fer eisini gera sáttmála 100 amerikansk Boeing-flogfør, og at økja innflutningin av amerikanskari hernaðarútgerð, úr 14 milliardum upp í 17 milliardir dollarar.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337