Ferðafólk skulu ikki einsamøll í hagan

Ferðafólk skulu ikki einsamøll í hagan
Ferðafólk eiga ikki at sleppa at ganga í høvunum uttan at hava ráðført seg við ein staðkendan á staðnum fyrst. Tað sigur Ólavur Nybo, borgarstjóri í Kunoyar Kommunu,
Kunoy
 
05.09.2025 - 18:29

Ferðafólk eiga ikki at sleppa at ganga í høvunum uttan at hava ráðført seg við ein staðkendan á staðnum fyrst. Tað sigur Borgarstjórin í Kunoyar Kommunu, Ólavur Nybo. Hann heldur, at har eigur at vera eitt stað at venda sær, tá man vil í hagan, og her skulu tey vitjandi fáa góð ráð og vegleiðing um, hvar tað er ráðiligt at ganga, undir teimum umstøðum sum eru galdandi, veðurlíkindum og annað.

 

1762178

 

Tað eru nøkur støð, sum eru serliga vældámd millum ferðafólk og Kunoyggin er eitt av teimum. Men Kunoyggin er eisini lendi, sum er ringt at ganga í, og tað hava verið fleiri dømir um, at fólk koma illa fyri í oynni, tí tey ikki vita, hvussu tey skulu uppføra seg í náttúruni. Tað má vera ein á staðnum, sum ráðførir seg við tey, sum vilja í hagan í Konoy sigur borgarstjórin.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744