Breddin: Peningastovnar fíggja undirvísingartilfar í fólkaskúlanum

Breddin: Peningastovnar fíggja undirvísingartilfar í fólkaskúlanum
Næmingar í hádeild skulu læra um eginbúskap, og lærarar kunnu bjóða bankaráðgevum at vera gestalærarar
Endamálið við nýggja undirvísingartilfarinum sigst verða, at næmingarnir skulu læra um eginbúskap, og lagt verður upp til, at lærarar kunnu bjóða bankaráðgevum at vera gestalærarar. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
05.09.2025 - 08:56

Felagið Peningastovnar hevur tikið stig til og fíggjað nýtt undirvísingartilfar, sum eitur Pengar, og sum skal brúkast til undirvísing í samfelags- og støddfrøði í hádeild í fólkaskúlanum.

Endamálið við nýggja undirvísingartilfarinum sigst verða, at børnini skulu læra um eginbúskap, og lagt verður upp til, at lærarar kunnu bjóða bankaráðgevum at vera gestalærarar.

Í Breddanum í dag hyggja vit nærri at nýggja undirvísingartilfarinum, og vit fara í smálutir við, hvussu undivísingartilfar í fólkaskúlanum verður gjørt. 

 

SCO

Í sendingini viðgera vit eisini felagsskapin SCO, sum er felagsskapur um samstarv um politikk, búskap og trygd, ið Russland og Kina stovnaðu fyrst í øldini.

SCO verður ofta sagdur at vera alternativ til NATO og G7.

Men er SCO veruliga eitt mótspæl til vesturheimin, og er talan um ein nýggja valdsjavnvág í heiminum?

Breddin í útvarpinum klokkan 10.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482