Minni avkast og størri skuld, men fleiri starvsfólk og íløgur

Minni avkast og størri skuld, men fleiri starvsfólk og íløgur
Grannskoðaravirkið Januar hevur greinað roknskapin hjá nøkrum stórum fyritøkum
Feløgini gjørdu íløgur fyri 2,2 mia.kr. í 2024. Hetta er tað mesta seinastu fimm árini. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.09.2025 - 08:50

Hóast stóru føroysku fyritøkurnar høvdu minni nettosølu, størri nettoskuld og minni avkast í fjør, hava fyritøkurnar fleiri starvsfólk, og íløgurnar eru øktar í árinum.

Tað vísir greining hjá grannskoðaravirkinum Januar um 2024.

Sølan er nærum óbroytt seinastu trý árini.

Tá hugsað verður um stóra prísvøksturin seinastu árini, kann vísast á, at sølan hjá stóru fyritøkunum er minkað, sigur Januar. 

Avkastið hjá feløgunum minkar eisini. Sølan er minkað 200 milliónir krónur.Tað er avkastið eisini.

 

Íløgur fyri 2,2 mia.

Feløgini gjørdu íløgur fyri 2,2 mia.kr. í 2024. Hetta er tað mesta seinastu fimm árini. 

Hetta gevur ábendingar um, at feløgini eru við at tillaga seg og økja um orkuna og/ella effektivitetin, sigur Januar.

Íløgufeløg, peningastovnar og tryggingarfeløg eru ikki við í greiningini.

Bakkafrost er heldur ikki við.

Bakkafrost er so stór fyritøka sammett við aðrar føroyskar fyritøkur, at sjálvt smáar broytingar í rakstrarligu gongdini hjá Bakkafrosti kunnu órógva samanberingar, sigur Januar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095