Alivinnan rindar ongan serskatt næsta ár

Alivinnan rindar ongan serskatt næsta ár
Lági laksaprísurin er orsøkin til, at einki verður at skatta av
Sjógvalingin gevur stórt hall, og tí er einki at skatta av. (Savnsmynd)
 
02.09.2025 - 13:28

Serskatturin á alivinnuna, sum var ásettur í breiðari semju millum samgonguflokkarnar og Sambandsflokkin í fjør, gevur einki næsta ár.

Tað er lági laksaprísurin, sum er orsøkin til, at einki kemur inn í skatti.

1. januar kom nýggja tøkugjaldsskipanin í gildi, har partur av tøkugjaldinum skal vera serskattur, í staðin fyri tøkugjald. 

 

Johnny í Grótinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

- Men til ber longu nú at siga, at einki kemur inn í serligum skatt frá alivinnuni næsta ár, sigur Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, sum legði heystfrágreiðingina fram í gjár:

 

02092025_Serskattur_og_alivinna

 

 

Eisini í ár liggja inntøkurnar frá alivinnuni niðan fyri tað, sum landsstýrið upprunaliga metti í fíggjarlógini fyri 2025.

Samgongan roknaði upprunaliga við, at 250 milliónir k. fóru at koma inn, men Búskaparráðið heldur at talan er um 150 milliónir, sum koma inn í tøkugjøldum í 2025.

Fíggjarmálaráðið hevur nýliga tillagað inntøkumetingina til 180 milliónir.

Hallið á fíggjarlógini verður sambært Búskaparráðnum 390 milliónir í 2025. Tá eru støðlaðar útreiðslur fyri 150 milliónir krónur roknaðar uppí umframt endurskoðað inntøkumeting fyri alivinnuna.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744