30 prosent av kortnýtsluni er í útlandinum

30 prosent av kortnýtsluni er í útlandinum
Føroyingar brúka fitt av peningi uttanlands. Nýtslan er bæði í samband við ferðing uttanlands og í samband við keyp av vørum og tænastum umvegis internetið
 
02.09.2025 - 08:00

Í gjár legði Búskaparráðið heystfrágreiðing sína fram. M.a. viðger Búskaparráðið nýtslu av føroyskum gjaldskortum. Og hóast, at tølini sveiggja eitt sindur yvir tíð, so er ikki til at fara skeivur av, at føroyingar brúka rættiliga fitt av pengum uttanfyri landoddarnar.

 

Fyrra hálvár 2023 var 28 prosent av kortnýtsluni uttanlands, fyrra hálvár 2024 30 prosent, og fyrra hálvár 2025 32 prosent. Í 2024 sæst eitt fall í juni, sum Búskaparráðið heldur stavar frá stóra verkfallinum, ið merkti føroyska samfgelagið tá, tí at vørur vantaðu í føroyskum handlum.

Tølini sveiggja nógv, og Búskaparráðið heldur, at útlendski parturin av kortnýtsluni er hækkandi. Yvirskipað kunnu vit siga, at okkurt um 30 prosent av nýtsluni av føroyskum gjaldskortum er uttanfyri Føroyar.

Ein partur av nýtsluni er í samband við ferðing uttanlands, sigur Búskaparráðið. Men tað fevnir eisini um hald av stroymingtænastum, spølum á netinumm og vørukeup á útlendskum heimasíðum. Tað vørukeypið kann verið bæði lítið og stórt, sum t.d. møblar ella køkar.

Tølini hevur Búskaparráðið fingið frá Føroya Banka og Betri Banka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576