Ísrael dripið talsmann hjá Hamas

Ísrael dripið talsmann hjá Hamas
Ísraelski herurin framdi álopið í samstarvi við trygdartænastuna, Shin Bet.
Abu Obeida var talsmaður fyri vápnaðu deildirnar hjá Hamas.
Mynd: Times of Israel  
 
01.09.2025 - 08:10

Ísrael hevur dripið Abu Obeida, sum var talsmaður fyri vápnaðu deildirnar hjá Hamas - nevndar Qassam-deildirnar. 

Tað segði ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, í gjár.

- Vit lupu á Hamas-talsfólkið hjá hesum kriminella og drápssinnaða felagsskapinum, Abu Obeida. Eg vóni, at hann ikki longur er ímillum okkum, men eg eri eisini varugur við, at eingin í Hamas hevur gjørt viðmerkingar til álopið, segði Netanyahu á stjórnarfundi í gjár.

Ísraelski herurin framdi álopið í samstarvi við trygdartænastuna, Shin Bet.

 

Kann hitta hinar avrættaðu

Seinni skrivaði Katz á miðlinum X, at Obeida er deyður: 

- Vit hava sloppið okkum av við yvirgangs-talsmannin hjá Hamas, Abu Obeida, í Gasa, og hann er sendur hagar, hann kann hitta allar hinar avrættaðu limirnar í óndskaparins ás - úr Iran, Gasa, Libanon og Jemen, á helvitis botni, skrivar Katz.

- Og skjótt, við herdu átøkunum í Gasa, koma fleiri av hansara kriminellu samstarvsfelagum - drápsmenn og neyðtøkumenn í Hamas - at hitta hann har, skrivar Katz eisini.

Hamas viðgekk leygardagin, at Mohammed Sinwar, sum er hernaðaligi leiðarin hjá Hamas í Gasageiranum, er deyður. 

Ísrael sigur, at tað drap hann í álopi í mai.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201