Gistingargjald verður burðardygdargjald

Gistingargjald verður burðardygdargjald
Gjaldið verður óbroytt, 20 kr. fyri náttina, gist verður í Føroyum, men tó ikki meira enn 200 kr. tilsamans
Ásett verður í broytingaruppskotinum, at burðardygdargjald verður avroknað eina ferð um árið.(Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
29.08.2025 - 15:13

Gistingargjaldið í lógini um burðardygga ferðavinnu skal nú eita burðardygdargjald.

Tað sigur broytingaruppskot hjá landsstýrinum, sum kom í løgtingið í gjár.

Gjaldið verður tó óbroytt, 20 kr. fyri náttina, gist verður í Føroyum, men tó ikki meira enn 200 kr. tilsamans.

Og orðið seglbátar skal broyast til stuttleikabátar.

 

Avrokna eina ferð um árið

Neyvari ásetingar um avrokning koma eisini.

Ásett verður í broytingaruppskotinum, at burðardygdargjald verður avroknað eina ferð um árið.

Taks fær heimild til at krevja upplýsingar og roknskapartilfar.

Og ásetingar eru um rentu, innheinting, panting og afturhald í inntøku.

Revsiásetingin verður broytt samsvarandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762