Arbeitt í H-bygninginum næsta ár eisini

Arbeitt í H-bygninginum næsta ár eisini
Lekar eru, og stórar umvælingar skulu tí gerast
Arbeiðið hevur tikið drúgva tíð og er ikki liðugt enn.
 
27.08.2025 - 06:50

Arbeitt verður í H-bygninginum hjá Landssjúkrahúsinum alt næsta ár.

Lekar eru, og stórar umvælingar skulu tí gerast.

Landsverk ætlar, at nakrar ábøtur vera gjørdar í heyst.

Annars byrja arbeiðini næsta vár og halda fram stóran part av árinum 2026.

Tað sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, í svari til Johan Dahl, løgtingsmann.

Higartil hava feløgini, sum bygdu H-bygningin, ikki givið ábending  um, at tey vilja umvæla brekini.

Landsverk hevur gjørt galdandi solidariska ábyrgd móti stórarbeiðstakaranum og høvuðsráðgevanum. 

Væntandi endar málið í gerðarrætti, og krav verður um endurgjald, sigur landsstýriskvinnan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481