Skipara- og navigatørfelagið og SSL gjørt semju um Galaxy

Skipara- og navigatørfelagið og SSL gjørt semju um Galaxy
Felagið sigur seg fegnast um, at Útlendingastovan hevur avgjørt, hvussu útlendska manningin á Galaxy skal lønast
Galaxy avloysir nú Smyril á suðuroyarleiðini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.08.2025 - 07:58

Skipara- og navigatørfelagið hevur gjørt semju við Strandfaraskip landsins um limir felagsins, sum sigla við Galaxy.

Eftir niðurstøðuna hjá Fasta gerðarætti í trætumálinum millum manningarfeløgini og Fíggjarmálaráðið, kann Skipara- og navigtørfelagið gleðast um, at Útlendingastovan hevur avgjørt, hvussu útlendska manningin á Galaxy skal lønast, skrivar felagið á heimasíðuni.

Felagið hevði eftir úrskurðin hjá Fasta gerðarætti fund við allar navigatørarnar á Smyril og teir, sum skula avloysa á Galaxy. 

Á fundinum var uppskot gjørt um semju, sum Strandafaraskip landsins góðtóku.

Maskinmeistarafelagið segði fríggjadagin, at tveir maskinmeistarar á Smyrli skulu skiftast um at vera Galaxy.

Men hvørki teir ella Maskinmeistarafelagið hava fingið nakað ítøkiligt at vita um starvsviðurskiftini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206