Elias vísti seg fram - Hákun fór við steypinum

Elias vísti seg fram - Hákun fór við steypinum
Elias Ellefsen á Skipagøtu staðfesti, hvat hann stendur fyri, meðan Hákun West av Teigum fór avstað við steypinum. Füchse Berlin vann stórsteypadystin á THW Kiel
Elias Ellefsen á Skipagøtu brýtur ígjøgnum verjuna hjá Füchse Berlin í stórsteypadystinum leygardagin
Mynd: THW Kiel  
 
24.08.2025 - 14:35

Elias Ellefsen á Skipagøtu brendi avgerandi brotskastið, sum gav Hákun West av Teigum stórsteypið, tá THW Kiel og Füchse Berlin brustu saman í Super Cup-dystinum millum týska meistaran og steypavinnaran leygardagin.

Høvuðsstaðarfelagið við føroyinginum á høgra veingi vann dystin 34-33 eftir 31-31 javnleik í München, men hóast tapið var helst kendist beiskt, var nógv at gleðast um hjá føroyska spælskiparanum undan nýggja kappingarárinum.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur ikki altíð notið fult álit frá venjaranum Filip Jícha, men leygardagin gangnýtti hann møguleikan til fulnar við at skjóta sjey mál upp á sjey royndir. Harumframt legði hann upp til fleiri mál hjá sebrunum. Á sosialu miðlunum hildu fleiri viðhaldsfólk hjá Kiel, at so væl hevði liðið ikki spælt í langa tíð.

Síggj hæddarpunktini frá dystinum her. 

 

Hjá Hákuni West av Teigum og teimum er nýggi veruleikin einfaldur. Krøvini eru risastór, og øll vilja vinna á krútsterka meistaraliðnum við Mathiasi Gidsel í miðdeplinum. Føroyski vongurin gjørdi sítt í gjár. Hann skoraðu upp á báðar skotroyndirnar. 

Týska Bundesligan byrjar mikukvøldið, tá triði føroyingurin í heimsins sterkastu hondbóltsdeild, Vilhelm Poulsen, og Hannover Burgdorf taka ímóti Gummersbach. Hóskvøldið vitjar Kiel hjá Erlangen, og Füchse Berlin spælir á heimavølli ímóti Bergischer HC sunnudagin.


High five: Hákun West av Teigum og Tim Freihöfer fegnast um stórsteypið. Füchse Berlin vann 34-33 á Kiel eftir brotskøst
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201