Eitt mótsvar er ikki óvæntað

Eitt mótsvar er ikki óvæntað
Tað kemur ikki óvæntað á Sirið Stenberg, at russiski sendiharrin í Danmark sigur, at setir landsstýrið russisk reiðarí á svartalista, kann tað fáa avleiðingar
Sirið Stenberg er landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.08.2025 - 18:19

- Eitt mótsvar er ikki óvæntað.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, nú russiski sendiharrin í Danmark í skrivligum svari til DR sigur, at setir landsstýrið russisk reiðarí á svartalista í Føroyum, kann tað fáa avleiðingar fyri fiskivinnusamstarvið.

Russisku reiðaríini Murman Seafood og Norebo JSC eru á svartalista hjá ES, Noregi og Íslandi, tí tey eru undir illgruna at vera við í njósnaravirksemi.

Landsstýrið ætlar, at seta Murman Seafood og Norebo JSC á svartalista, sum merkir, at skip teirra ikki sleppa at fiska av føroysku heildarkvotuni.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1759553


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481