Elinborg skjótt klár við sínari fyrstu heildarútgávu

Elinborg skjótt klár við sínari fyrstu heildarútgávu
Staklagið "Blóð" hjá Elinborg Pálsdóttir, sum kemur út í dag, ber boð í bý um, at Elinborg er á veg við sínari fyrstu heildarútgávu
Mynd: Sigga Ella  
 
22.08.2025 - 16:15

Elinborg hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við síni komandi heildarútgávu, og í dag gevur hon fyrsta staklagið av komandi plátuni, "Blóð", út.

Lagið ber brá av longsli, og hvussu tann, ið ein misti, er til staðar í náttúrunar andadrátti og ikki minst inn í einum sjálvum.

Um "Blóð" og komandi heildarútgávuna, sigur Elinborg Pálsdóttir:

''Eg havi arbeitt saman við Per I. Højgaard Petersen, ið hevur framleitt lagið, og eisini komandi útgávuna. Umframt tað, havi eg eisini fingið listarligt input frá nógvum dugnaligum fólkum rundan um meg. Tað er ein sera góð kensla aftur at útgeva tónleik, og eg gleði meg sera nógv at vísa fólki, hvat eg havi arbeitt uppá hesi seinastu árini''.

 

Konsertferð við Asgeir og Eivør

Í løtuni fyrireikar Elinborg seg at fara á konsertferð saman við Eivør og Asgeir í september.

Hetta er ein stór konsertferð runt í Bretlandi og Evropa, har tey spæla heili 31 konsertir.

Við sær á konsertferðina hevur Elinborg Heðin Ziska Davidsen og Jan Rúna Poulsen, ið manna bólk hennara. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065