Greiðir málsetningar skulu setast fyri útlátsøking

Greiðir málsetningar skulu setast fyri útlátsøking
Føroya náttúru- og umhvørvisfelag, FNU, ynskir, at greiðir málsetningar skulu setast fyri útlátsøking
Fía Niclasen er aðalskrivari í FNU.
 
14.08.2025 - 18:46

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag heilsar eini veðurlagslóg vælkomnari. Felagið ynskir, at greiðir málsetningar skulu setast fyri útlátsøking.

FNU leggur herðslu á, at tað hevur týdning, at ein veðurlagslóg setir greið mál fyri grønum orkuskifti. Tað veri seg yvirskipað og á brúkarastigi.

Herfyri boðaði landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Margit Stórá, frá, at í heyst verður eitt uppskot um eina veðurlagslóg lagt fyri tingið.

Tí heldur Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, at tað var ikki rætt at lækka mvg-afturberingina fyri hitaloysnir og el-bilar 1. januar. Felagið mælir til, at ein mvg-afturbering verður sett í gildi fyri sólpanel.

Í sambandi við grønu útbyggingarnar heldur FNU, at tað hevur alstóran týdning, at ein lendisætlan verður gjørd fyri alt landið, so tað verður greitt, hvar til dømis vindmyllur og aðrar orkuútbyggingar kunnu staðsetast.

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum í kvøld:

1758240

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762