Politiið sendir amerikanara aftur til USA

Politiið sendir amerikanara aftur til USA
Hann hevur dollarar, men reglurnar um hvítvask forða honum í at fáa teir vekslaðar í Føroyum, sigur politiið
Fólk hava ringt til politiið um mannin, sum ikki er so væl fyri.
 
13.08.2025 - 08:54

Politiið fer í samráði við amerikonsku sendistovuna í Keypmannahavn at senda ein ungan amerikanara aftur til USA.

Maðurin kom til Føroya í síðstu viku.

Fólk hava ringt til politiið um mannin, sum ikki er so væl fyri.

Hann hevur dollarar, men reglurnar um hvítvask forða honum í at fáa teir vekslaðar í Føroyum, sigur politiið.

Maðurin hevur einki brotsverk gjørt her.

Men politiið heldur ikki, at hann heldur ásetingarnar í útlendingalógini, so tí kann hann ikki vera í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481