Treytaleysa fongsulsrevsing í tríggjar mánaðir fyri harðskap

Treytaleysa fongsulsrevsing í tríggjar mánaðir fyri harðskap
Maðurin skeyt alt fyri eitt dómin inn fyri landsrættin
Dømdi maðurin noktar seg sekan í ákærunum og avgjørdi at skjóta dómin inn fyri landsrættin. (Savnsmynd)
 
08.08.2025 - 14:50

35 ára gamli maðurin, sum er ákærdur fyri harðskap móti tænastufólki í arbeiði, fekk tríggjar mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í Føroya rætti.

Maðurin skeyt alt fyri eitt dómin inn fyri landsrættin. Hann noktar seg sekan.

Maðurin er ákærdur fyri at spýta á ein politist. Hann spýtti eisini eftir einum øðrum politisti, men rakti ikki.

Hann er ákærdur fyri at hótta politistar eftir lívinum og fyri at geva politinum longutong.

 

Funnin sekur í øllum ákærum

Hetta skal alt vera hent uttan fyri Tórsvøll eftir dystin millum HB og Brøndby fyri tveimum vikum síðani.

Maðurin var í Føroya rætti funnin sekur í øllum seks ákærum.

Ákæruvaldið fer nú at lesa dómin og taka støðu til, um tey eisini skulu kæra dómin fyri at fáa eina harðari revsing. Sama, hvørja avgerð ákæruvaldið tekur, fer málið í landsrættin.

35 ára gamli maðurin situr í løtuni inni fyri ein annan dóm.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817