Mimi Syed: -Vit hava skyldu at hjálpa í Gasa

Mimi Syed: -Vit hava skyldu at hjálpa í Gasa
Hon klárar ikki at lata vera við at fara aftur til Gasa, hóast hon sum lækni bæði hevur viðgjørt børn, sum eru skotin, og børn, sum eru við at svølta í hel
Mimi Syed til arbeiðis í Gasa
Mynd: Privat mynd  
 
25.07.2025 - 19:05
250725_DV_GASA_LAEKNI

 

Mimi Syed er úr USA. Hon er serlækni í bráfeingisviðgerð og undirvísir í læknafrøði á lærda háskúlanum í Washington. 

Seinast Mimi Syed var í Gasa var í seinasta vetur bæði á al-Aqsa sjúkrahúsinum og á Nasser sjúkrahúsinum, og tað var ikki bara hungur, ið hon møttti.

Og so er tað hungurin, sum nú herjar. Sambært ST, so líða umleið tvær milliónir fólk í Gasa hungur - eisini børn. Mimi Syed er sannførd um, at júst hetta er eitt vápn, sum Ísrael brúkar.

Hóast støðan er ótrygg, so fer Mimi Syed aftur til Gasa í næstum. Sum lækni og mamma, so klarar hon ikki at lata vera.

Heimsheilsustovnurin hjá ST boðaði týsdagin frá, at heilsuverkið í Gasa er á knøunum. Bara 19 av teimum 36 sjúkrahúsunum í Gasa eru í løtuni virkin, og heilsustarvsfólk eru hvønn dag í vanda. Tí hevur Tedros Adhanom Ghebreyesus, leiðari fyri heimsheilsustovnin, heitt á Ísrael um at gevast við at bumba sjúkrahús. Kortini følir Mimi Syed tað sum eina skyldu at fara aftur til Gasa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482