Føroyar eiga at svartlista russisku skipini

Føroyar eiga at svartlista russisku skipini
Føroyar áttu longu at havt sett somu tiltøk í verk sum ES og Noreg. Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, limur í uttanlandsnevndini
Melkart-2 átti ikki at verið komin í føroyskan sjógv, tí nýggju tiltøkini ímóti Russlandi áttu longu at verið sett í verk, heldur Bárður á Steig Nielsen.
Mynd: Bjarni á Rubeksen  
 
20.07.2025 - 19:00

Longu í mai kundið landsstýrið havt lagt eina lógarheimild fyri løgtingið, um hon veruliga manglar. Tí tá visti landsstýrið um tiltøkini hjá ES.

Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, sum var løgmaður, tá fyrstu tiltøkini ímóti Russlandi vórðu sett í verk.

At vit lata sum onki og onki gera, kann koma okkum aftur um brekku, heldur Bárður á Steig Nielsen, sum í dag er limur í uttanlandsnevndini.

Hoyr samrøðu við Bárð á Steig Nielsen her:

INNSLAG_BARDUR

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221