Ávaring um flóðaldu í Kyrrahavi

Ávaring um flóðaldu í Kyrrahavi
Ávaringin er send út eftir jarðskjálvtar út fyri Kamtshatka-hálvoynna eystast í Russlandi
Mynd: US Geological Survey  
 
20.07.2025 - 10:15

Eftir fyrsta skjálvtan, sum var styrki 5 komu tveir aftrat, sum vóru mátaðir til 6,7 og 7,4 í styrki. Seinasti jarðskjálvtin gjørdi, at ávaring um flóðaldu var send út, sigur US Geological Survey.

Skjálvtin var niðri á 10 km. dýpi og jarðskjálvtadepilin var út fyri strondina í Kamatsjatka, sum er í Kyrrahavi, norðanfyri Japan.

Ávaringin frá amerikanska flóðaldumiðstøðini er galdandi fyri Russland og Hawaii.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313
Mikudag 13. mai
Sharenting - teknmálstulkað
208310
Mikudag 13. mai
Hallucination - teknmálstulkað
208306