Ein eym løta við Benjamini Rajani og Jónasi Gaard

Ein eym løta við Benjamini Rajani og Jónasi Gaard
Í nýggju verkætlanini “Í løtuni” hjá Kringvarpi Føroya samantvinna vit føroyska landslagið og tann livandi tónleikin á G!
Jónas Gaard og Benjamin Rajani í løtuni í Syðrugøtu.
Mynd: Finnur Justinussen  
 
17.07.2025 - 17:30

Hóast G! Festivalurin ikki er byrjaður av álvara, kennist longu eitt serligt huglag í Syðrugøtu.

Tað er lýtt, fólk leypa á bláman, hitapottarnir eru tendraðir, og festivaltónleikur hoyrist í bakgrundini. Í hesi stillu, men lívligu løtu, hoyrist eitt eymt lag. 

Tað eru Benjamin Rajani og Jónas Gaard, ið saman framføra sangin “Royni enn at gloyma teg”, sum longu hevur funnið sær sess á nýggju plátuni hjá Benjamini: Hvørt ljós líkist tær.

Sangurin snýr seg um at sakna onkran, ið ein hevur elskað, men mist. “Eg royni enn at gloyma teg um kvøldið, tá hvørt ljós líkist tær,” ljóðar reglan, ið eisini hevur lagt navn til plátuna. Tað er ein av teimum meira eymu sangunum á útgávuni og er ein upplagdur partur av nýggju tónleikaverkætlanini “Í løtuni”. 

"Í løtuni" er eitt nýtt átak hjá Kringvarpinum, har føroyska náttúran og huglagið á festivalum verða samantvinnað við livandi tónleik. Elin Dagbjartsdóttir Neshamar er framleiðari, og ætlanin er at fanga løtuna millum tónar, fólk og landslag.  

Les meira her: Kringvarpið ger sermerktar tónleikaupptøkur á G! | Kringvarp Føroya 

 

Upptøkan av Benjamini og Jónasi varð gjørd í Syðrugøtu, har eyðkendi sandurin og pallurin síggjast í bakgrundini. Tað sæst á teimum báðum, at hetta var nakað, teir hildu vera bæði feitt og gleðiligt at vera partur av - og tað er ein góð byrjan upp á G! festivalin. 

Hóast Benjamin fyri kortum hevur givið út nýggja plátu, var tað ikki tórført hjá Benjamini at velja ein sang til hesa løtuna: “Tað skuldi vera akkustiskt. Eg haldi bara, at kombinatiónin við banjo og gittara ljóðar ræðuliga væl. Og so var tað nokk so upplagt.”
Tað hevði eisini sín leiklut, at Jónas kundi vera við og spæla undir: “Hann spælir væl banjo og syngur eisini, so tað verður nógv kulari.” 

Hetta er heldur ikki fyrstu ferð, at Benjamin spælir á G!. Hann hevur tvær ferðir áður latið upp festivalin á Spæliplássinum. Men í ár verður tað øðrvísi: “Tá er ikki líka nógv fólk, tá er tað akkurát byrjað, og nú eru vit so leygarkvøld. Tá kann mann kanska vænta, at tað eru fleiri fólk, ella at tað verður eitt sindur øðrvísi. Tað gleði eg meg ordiliga nógv til.” 

Síggj “Í løtuni” her: 

ilotuni_BenjaminRajani

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201