Bygdaráðið í Sørvági broytt byggisamtyktina fyri flogvøllin

Bygdaráðið í Sørvági broytt byggisamtyktina fyri flogvøllin
Vága Floghavn hevur nú fingið rímiliga vissu fyri, at mann kann fara undir víðari útbyggingar av flogvøllinum og kørunum kring flogvøllin
 
17.07.2025 - 18:51

Tað er rímiliga langt síðan, at Vága Floghavn ognartók lendið, sum skal brúkast til útbyggingarnar, sum nú standa fyri framman, og tá fekk felagið eitt fyribilsloyvi til at fara undir útbyggingarnar.

Men eftir bygdaráðsfundin í Sørvági í gjár er nú rímiliga greitt, at Floghavnin fær endaliga vissu fyri, at hon kann fara undir útbyggingarnar.

Tað hendi eftir, at bygdaráðið í gjár samtykti at broyta byggisamtyktina fyri flogvøllin.

Jákup Suni Lauritsen, tekniskur leiðari í Sørvágs kommunu, sigur við Kringvarpið, at henda byggisamtyktin einki hevur við útbyggingina av farstøðini, men at hon snýr seg um fleiri aðrar útbyggingar.

Og har sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn, at tað sum nú verður gjørt, skal betra umstøðurnar fyri tí virksemi, sum longu er á flogvøllinum. Millum annað hevur Atlantic Airways fýra flogfør, men bara tvey passa inn í hangarin í løtuni.

Trýst á leinkið niðanfyri og hoyr alt innslagið, sum var í tíðindunum á nátturða.

1754271

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Gudstænasta úr Vestmanna kirkju
205299
Leygardag 7. mars
Føroyar - Grikkaland, fyrri dystur
205297