Bilasølan økist aftur

Bilasølan økist aftur
Eftir eitt tíðarskeið, har fólk hava hildið eitt sindur aftur, tá tað snýr seg um nýggjar bilar, so er meira ferð komin á søluna av bilum aftur
Tað vera seldir fleiri bilar her heima beint nú. Tað plagar at vera eitt gott tekn um, at fólk síggja bjartari upp á framtíðina
 
17.07.2025 - 19:17

Tað vera seldir fleiri bilar í Føroyum, um vit samanbera við árið í fjør.

Fyrstu seks mánaðirnar av árinum í ár eru seldir 781 nýggir persónbilar, og tað eru 70 bilar fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá bilasølurnar seldu 711 nýggjar persónbilar.

Tað gevur eina framgongd upp á tíggju prosent.

Eisini sølan av vøruvognum øktist fyrra hálvár í ár samanborið við fyrra hálvár í fjør. Uppgerðin hjá Akstovuni vísir, at tað vórðu seldir 134 nýggir vøruvognar fyrstu seks mánaðirnar av árinum í ár, og tað talið var 112 bilar sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein vøkstur uppá 20 prosent.

Verður bara hugt eftir juni mánað, so var hann eisini betur enn fyri einum ári síðan. Í ár seldu bilasølurnar 109 bilar í juni móti 90 í juni í fjør, og í juni í ár vórðu seldir 27 vøruvognar samanborið við 16 í juni í fjør.

Hinvegin er innflutningurin av brúktum bilum minkaður. Úr 225 fyrstu seks mánaðirnar í fjør niður í 164 fyrstu seks mánaðirnar í ár.

Trýst á leinkið og hoyr alt innslagið, sum var í tíðindunum á nátturða í kvøld.

1754273

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481