SEV: Málið er framvegis 2030

SEV: Málið er framvegis 2030
Hóast tað gongur striltið, so arbeiðir SEV framvegis eftir at framleiðslan skal vera grøn í 2030
Tað er nokkso langt á mál enn til øll framleiðsla av elorku í Føroyum er grøn
 
16.07.2025 - 23:01

Stendur tað til SEV, so verður føroyska el-framleiðslan grøn í 2030.

Tað segði Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluni hjá SEV, í tíðindunum á nátturða í kvøld.

Í 2017 sett landsstýrið gongd á eitt arbeiði at gera eina orkupolitiska ætlan og eitt av málunum, sum kom burtur úr hesum var, at øll el-framleiðsla skal koma frá varandi orkukeldum í 2030.

Málið er framvegis tað sama, men tað gongdur striltið, tí fyrra hálvár í ár kom nærum helmingurin av streyminum frá olju - 48 prosent.

Tað fær tó ikki deildarstjóran fyri framleiðslu at ivast, tí sambært honum heldur mann framvegis fast í málinum um 2030.

Trýst á leinkið niðanfyri og hoyr alt innslagið, sum var í tíðindasendingini á nátturða í kvøld.

1754072

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162