Bakkafrost minni enn væntað

Bakkafrost minni enn væntað
Bakkafrost fekk minni burturúr enn væntað í øðrum ársfjórðingi á ár
Annar ársfjorðingur var ikki tann besti hjá Bakkafrosti.
 
16.07.2025 - 08:28


Bakkafrost fekk minni burturúr enn væntað í øðrum ársfjórðingi á ár.

Tað vísa fyribils tøl, áðrenn roknskapurin er grannskoðaður.

Fyribils er rakstrarúrslitið fyri skatt 65 mío. kr.

Orsøkin er serliga lági laksaprísurin, sigur Bakkafrost við partaeigararnar.

Og alingin í Skotlandi gav hall, tí fellið har var so stórt.

Tað kostaði 93 mió. kr.

Partabrævið í Bakkafrosti er lækkað 12,34 prosent í morgun.

Endaliga frágreiðingin um annan ársfjórðing hjá Bakkafrostsamtakinum kemur 26. august.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176