Veiðigjøld samtykt eftir metlangt orðaskifti

Veiðigjøld samtykt eftir metlangt orðaskifti
Uppskotið um veiðigjøld hjá íslendsku fiskivinnuni er samtykt. Viðgerðin vardi í 162 tímar
Nú er altingið farið í summarfrí.
 
15.07.2025 - 06:51


Uppskotið um veiðigjøld hjá íslendsku fiskivinnuni er samtykt.

Altingið er nú liðugt at viðgera uppskotið hjá ríkisstjórnini um veiðigjøld.

Tað var samtykt í gjár. 34 atkvøddu fyri og 23 ímóti.

Viðgerðin vardi í 162 tímar, næstan ein fjórðing av fundartíðini hjá altinginum hesaferð.

Ongantíð, síðani altingið var broytt í 1991 - tá kom eitt kamar í staðin fyri tvey - er eittans mál farið við so nógvari tíð. 

Gamla metið var 147 tímar. Tað er frá 2019.

Viðgerðin um veiðigjaldið steðgaði ikki, fyrr enn altingsforkvinnan fríggjadagin kom við uppskoti um at avmarka talutíðina.

Tað ber til sambært serligari grein í tingskipanini.

Avmarkar fólkaræðið

Samgongan atkvøddi fyri uppskotinum hjá altingsforkvinnuni.

Hendan greinin í tingskipanini verður sera sjáldan brúkt.

Nógv siga, at hon ikki bara avmarkar talutíðina, men eisini sjálvt fólkaræðið.

Næsti altingsfundur verður 9. september.

Tá heldur hendan tingsetan fram.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896