- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroysku fimleikakvinnurnar eisini bestar

Fimleikakvinnurnar hjá Føroyum gjørdu monnunum kynstri eftir, tá tær vunnu liðkappingina á oyggjaleikum í Orknoyggjum mánadagin.
Var munurin millum eitt og tvey lítil hjá monnum, vóru kvinnurnar sera sannførandi. Tær vóru heili 2,05 stig frammanfyri Isle of Man á 2. plássi.
Mia Højgaard vann gull í lopi og bita og bronsu á gólvinum. Marin Danielsen vann gull í gólv,13 ára gamla Oddvør Alberta Kimsdóttir vann silvur í gólvi og Ronja Johannessen vann deilt triðja pláss í lopi.
Sigursgongdin hjá Isle of Man steðga
Tað gav tilsamans fýra gull, eina silvur og tvær bronsur. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at føroysku kvinnurnar hava vunnið liðkappingina, og sostatt hava tær steðga sigursrøðini hjá Isle og Man, sum annars hevur vunnið síðan 2001.
Menninir kappaðust fyrrapart í dag, har teir megnaðu at vinna heili fimm gull heiðursmerki og tvey silvur.
- Hesi framúrskarðandi góðu úrslit geva okkum góðar vónir til FIG-kappingina, sum verður hósdagin og fríggjadagin, skrivar Fimleikasambandið.
























