Rutt rann fyri fyrstu ferð á oyggjaleikum

bannari
Rutt rann fyri fyrstu ferð á oyggjaleikum
Rutt Gregersen endaði á 10. plássi í 10.000 metur renningini, og hóast hon ikki var ordiliga nøgd við tað, var hon glað fyri at hava umboðað Føroyar á oyggjaleikum fyrstu ferð
Rutt H. Gregersen rann fyri fyrstu ferð á oyggjaleikum, og hon var glað fyri at sleppa at umboða Føroyar
Mynd: Dánial Olsen  
 
13.07.2025 - 19:39

Rutt H. Gregersen var ikki heilt nøgd við tíðina, eftir at hon var endað á 10. plássi í 10.000 metur renningini á Picky-leikvøllinum í Kirkwall sunnudagin.

Hon kom á mál við tíðini 39.26.13 min. og hevði ætlað sær at renna eitt sindur skjótari. Langteinarennarin fegnaðist kortini um, at hon hevði runnið á oyggjaleikum fyri fyrstu ferð.

Christa Cain av Isle of Man var fleiri stig omanfyri hinar. Hon setti nýtt oyggjaleikamet við tíðini 35.16.83. Næstan ein minutt skjótari enn gamla metið frá 1997.

Rutt H. Gregersen, sum bert hevur vant av álvara síðan síðsta heyst, skal eisini renna 5000 metrar. Tað ger hon mikudagin.


Rutt Gregersen fekk elddópin á Picky-leikvøllinum í Kirkwall í dag. Hon var ikki ordiliga nøgd við sína tíð (Mynd: Dánial Olsen).
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482