Ný Kaledonia verður nú statur

Ný Kaledonia verður nú statur
Franski oyggjabólkurin Ný Kaledonia verður nú sjálvstøðugur statur. Hesum boðar franski forsetin, Emmanuel Macron, frá á X
Franski oyggjabólkurin verður nú sjálvstøðugur statur við tilknýti til Frakland
 
13.07.2025 - 12:52

- Folkavald í Ný Kaledonia og umboð fyri Frakland eru vorðin samd um eina søguliga avtalu, skrivar franski forsetin.

Avtalan inniber, at oyggjarnar framvegis eru franskar, men verða at roknað sum ein statur.

- Tíðin er nú komin til virðing, støðugleika og at savnast um at byggja eina felags framtíð, skrivar Emmanuel Macron víðari á X.

Í fjør vóru ógvuslig mótmæli í Ný Kaledonia, har fleiri fólk lótu lív. Mótmælini komu í kjalarvørrinum av, at Frakland hevði samtykt eina nýggja lóg, sum gav fransmonnum, sum høvdu búð í Ný Kaledonia í 10 ár, atkvøðurætt í Ný Kaledonia.

Tey, sum vóru ímóti hesum, hildu, at lógin var ein hóttan ímóti ræðinum hjá upprunafólkunum.

 


Ný Kaledonia liggur eystan fyri Avstralia og Norðan fyri Ný Sæland (Kort: Google)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896