Badmintonliðið smasjaði seg víðari

bannari
Badmintonliðið smasjaði seg víðari
Føroyska badmintonliðið vann sín innleiðandi bólk við sigrum á Ynys Môn, Caymanoyggjunum og Guernsey
Magnus Dal-Christiansen smasjar í blandaðum tvímansleiki ímóti Guernsey
Mynd: Dánial Olsen  
 
13.07.2025 - 19:23

Føroyar høvdu ongar trupulleikar við at spæla seg víðari úr sínum bólki í liðkappingini í badminton, sum hevur verið í dag.

Fyrsti dysturin var ímóti Ynys Môn fyrrapartin, og føroyingarnir vunnu allar fimm dystirnar. Tað gjørdu teir eisini, tá Caymanoyggjarnar bjóðaðu av eftir døgurða.

Síðsti dysturin var ímóti Guernsey, og har var sama søga. Asbjørn Olsen og Christian Berg Petersen settu punktum við seinasta dystinum, og Føroyar vunnu 5-0.

Allir teir føroysku spælararnir vóru á vøllinum í dag, og Føroyar skal spæla hálvfinalu ímóti Menorka í morgin fyrrapart.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817