Norebo avsannar samband við Murman Seafood

Norebo avsannar samband við Murman Seafood
Russiska reiðaríið, Norebo, sum russiski oligarkurin, Vitaly Orlov, eigur, vil ikki setast í samband við Murman Seafood og skip hjá hesum felag
Norebo sigur seg onki hava við Murman Seafood at gera
Mynd: Norebo  
 
11.07.2025 - 07:46

Kringvarpið hevur skrivað, at nógv bendir á, at Norebo er móðirfelag hjá Murman Seafood og harvið óbeinleiðis eigur Melkart-2 og Ostankino, sum hava fiskiloyvi í Føroyum.

Hetta avsannar Norebo í telduposti til Kringvarpið. Felagið skrivar soleiðis:

- Vitaly Orlov eigur ikki og hevur ongantíð átt fiskiskipini Melkart-2 og Ostankino.

- Norebo eigur ikki og hevur ongantíð átt Murman Seafood.

- Norebo eigur ikki og hevur ongantíð átt russisku skipini, Ester og Lira.

Tey leggja afturat, at Norebo er púra ópolitiskt og hevur bara arbeitt við at veitt sunnan og góðskuríkan fisk til matna,

- Vit halda eisini, at ES revsitiltøkini ímóti okkara felag eru ógrundað og byggja á ákærur, sum ikki eru prógvaðar, skrivar samskiftisskrivstovan hjá Norebo.

 

LES EISINI:

Murman Seafood: Søgurnar eru allar íspunnar

Vinmaður Putin hevur tvey fiskiloyvi í Føroyum

Fyrrverandi føroysk skip á svartalista

Uttanlandsnevndarlilmir: Skipini mugu bannast

Landsstýrið tekur støðu til russisk skip eftir ólavsøku

Norskir myndugleikar: Skipini njósnast

Forbodnu skipini hava fiskað í Føroyum

Eru bannað í Noreg og ES og hava fiskiloyvi í Føroyum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947