Kunngerð var nóg mikið

Kunngerð var nóg mikið
Tað var í lagi, tá landsstýriskvinnan í fíggjarmálum broytti ein likningarhátt við kunngerð og ikki við lógarbroyting
Antares fekk ikki viðhald.
 
10.07.2025 - 06:37

Tað var í lagi, tá landsstýriskvinnan í fíggjarmálum broytti ein likningarhátt við kunngerð og ikki við
lógarbroyting.

Í kunngerðini var einki, sum kravdi lógarbroyting.

Løgtingsins umboðsmaður hevur avgjørt klagu um arbeiðsháttin hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum.

Felagið Antares, felagið hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands, klagaði, tí líkningarhátturin sambært 
norðurlendsku tvískattaavtaluni var broyttur við kunngerð, ikki við lóg. 

Lógarbroyting var ikki neyðug, heldur umboðsmaðurin, tí heimildin at broyta líkningarháttin er ásett við lóg. 
  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313
Mikudag 13. mai
Sharenting - teknmálstulkað
208310
Mikudag 13. mai
Hallucination - teknmálstulkað
208306