Fyrrverandi føroysk skip á svartalista

Fyrrverandi føroysk skip á svartalista
Fyrrverandi Gadus hjá JFK í Klaksvík og fyrrverandi Vesturleiki úr Sørvági er millum skipini, sum eru komin á svartalista hjá ES og í Noreg
Melkart-7 er fyrrverandi Gadus hjá JFK samtakinum
Mynd: FleetPhoto.ru  
 
10.07.2025 - 13:34

Barentshavstrolarin hjá klaksvíkingum fram til 2023, sum tá hevði navnið Gadus, eitur í dag Melkart-7. Nýggi eigarin er Murman Seafood, sum hevur fingið bann at virka í ES og í Noreg. Melkart-7 liggur í løtuni í Murmansk, men fiskar annars í Barentshavinum.

JFK seldi í 2023 Gadus til Murman Seafood í Russlandi fyri góðar 60 milliónir krónur. JFK keypti Gadus úr Noreg fyri umleið 40 milliónir krónur.
 


Hetta er fyrrverandi Vesturleiki. Hann eitur nú Melkart-6. (Mynd: Vitaly Novikov)

 

Vesturleiki bleiv eisini russiskur
Vesturleiki var sambært Teyggjuni skrásettur fyrstu ferð í Føroyum í 2006. Eisini hann er seldur til Murman Seafood í  Russlandi. Skipið eitur í dag Melkart-6. Melkart-6 liggur eisini, sambært heimasíðuni Marinetraffic, í Murmansk.

Av tí, at Murman Seafood eigur hetta skipið, so er eisini tað bannað í ES sjógvi og norskum sjógvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Gudstænasta úr Vestmanna kirkju
205299
Leygardag 7. mars
Føroyar - Grikkaland, fyrri dystur
205297